Fram við landi

Runt Viðoynna (1:3)
04-03-2021
Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvani Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er fyrsta sending

Niels Juel Arge sigldi runt Viðoynna við Jógvani Heinesen, eisini kallaður smiðurin, í 1975. Jógvan varð føddur í 1900, og er sostatt javngamal við ein annan kendan viðoying nevniliga Christian Matras.

Jógvan var til skips sum yngri, og lærdi jarnsmíð hjá pápanum og abbanum Heina Jógvan, sum hevði lært jarnsmíð á Skarði og á Skálatoftum. Jógvan festi fýra merkur burtur av Ónagerðishaganum í 1948, og livdi sum bóndi og útróðrarmaður.

Hann var góður kvøðari, og hevði góða sangrødd, men tað er helst sum frágera frásøgumann, at flestu føroyingar minnast hann, frá sendingunum Runt Viðoynna, ið blivu sendar á heysti 1975. Smiðurin doyði 89 ára gamal.

Fram við landi

Fram við landi er samling av sendingum við Niels Juel Arge, sum ferðaðist kring landið og runt oyggjar við staðkendum fólki.    
Niels Juel Arge og Dánjal í Klingruni á Sandi ferðast fram við landi undir Sandoynni.
18-08-2020
Niels Juel Arge og Dánjal í Klingruni á Sandi, ferðast fram við landi undir Sandoynni.
17-08-2020
Vestanfyri Kunoynna við Steffan Kunoy
21-02-2020
Vestanfyri Kunoynna við Steffan Kunoy
21-02-2020
Martin Eliassen, eisini nevndur Fuglafjarðar Martin, sigur frá. Niels Juel Arge legði til rættis í 1978
25-08-2014
Martin Eliassen, eisini nevndur Fuglafjarðar Martin, sigur frá. Niels Juel Arge legði til rættis í 1978
18-08-2014
Torstein Niclasen sigur frá. Niels Juel Arge legði til rættis í 1983
11-08-2014
Torstein Niclasen sigur frá. Niels Juel Arge legði til rættis í 1983
04-08-2014