Hansina

Hansina
12-12-2024
"Eg hevði ikki kunnað fungerað í gerandisdegnum, um eg ikki hevði myndlistina," sigur Hansina Iversen, listakvinna, meðan hon fyrireikar framsýning í Keypmannahavn

Í dag hevur Hansina Iversen nógvar spennandi arbeiðsuppgávur, men soleiðis hevur lívið sum myndlistakvinna ikki altíð verið. “Tað hevur ikki altíð verið lætt, men keðiligt hevur tað ikki verið." Hansina Iversen er útbúgvin myndlistakvinna, og er kend fyri síni abstraktu listaverk. Í 2023 fekk hon størsta mentanarliga heiður, eitt listafólk kann fáa í Føroyum, mentanarvirðisløn landsins.  Í sendingini fylgja vit myndlistakvinnuni í fyrireikingunum til eina framsýning í Keypmannahavn. 

Hansina

Hansina Iversen er kend fyri sínar serligu formar og skap. Í sendingini fylgja vit myndlistakvinnuni í fyrireikingunum til eina framsýning í Keypmannahavn. Lagt til rættis: Jónfinn Stenberg og Elin Mirjamsdóttir.

"Eg hevði ikki kunnað fungerað í gerandisdegnum, um eg ikki hevði myndlistina," sigur Hansina Iversen, listakvinna, meðan hon fyrireikar framsýning í Keypmannahavn
12-12-2024