Andstøðan bjóða samgonguni av í hesari serútgávu av "Hvør veit?", sum varð sent nýggjársaftan.
Liðini ávirka eisini spurningarnar, sum hesaferð bæði snúgva seg um ítrótt og politikk.
Tí hvør veit mest um politikk og ítrótt?
Er tað andstøðan við Akseli V. Johannesen, fyrrverandi løgmanni og formanni í Javnaðarflokkinum, Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, og Poul Michelsen, fyrrverandi formanni í Framsókn?
Ella er tað samgongan, sum er mannað við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni og formanni í Sambandsflokkinum, Jørgeni Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formanni í Fólkaflokkinum, og Bill Justinussen, tingmanni og tingbólkaformanni fyri Miðflokkin?
Lagt til rættis og dómari, Sigfríður Clementsen. Vertur, Tróndur Vatnhamar.