- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja: Seely, nýtt og En español
19-09-2020
Sending við countrytónleiki í útvarpinum hvønn leygardag
Vit spæla tónleik hjá David Bellamy og Rodney Crowell, ið júst hava fylt 70 ár. Vit hoyra nýtt frá 80 ára gomlu Jeannie Seely, hoyra The Mavericks syngja á sponskum og nakrar minni kendarar sangarar, ið hava givið nýtt út.
Lagt til rættis: Ingi Samuelsen.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.