- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - spennandi nýggjur tónleikur
18-02-2023
Sending við countrytónleiki
Jambalaja í dag er merkt av, at tað mest eru rættiliga ókend nøvn, ið verða spæld. Nøvn, ið eru komin við góðum spennandi tónleiki í seinastuni. Ein teirra eitur Alex Williams, ein nógv róstur outlaw sangskrivari, sum stundum minnir heilt nógv um Waylon Jennings.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.