- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - ACM Awards
20-05-2023
Sending við countrytónleiki
Í Jambalaja í dag leita vit okkum aftur í søguligu hittlistarnar, men brúka tó tað mesta av sendingini til at spæla sangir við teimum, ið vórðu heiðrað, tá Academy of Country Music lat sínar ACM-virðislønir í farnu viku.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.