Lagnustundin hjá Katalonia

Politisk hitabylgja
28-09-2017
Í triðja og seinasta partin verður vitjað í katalonska parlamentinum í Barcelona. Vit hitta nakrar av høvuðspersónunum aftan fyri politiska partin av loysingarrørsluni

Stjórnin í Katalonia hevur, eftir øllum at døma, stevnt sjálvstýrandi spanska landslutin og fólk tess beint inn í eitt politiskt ódnarveður.

Bylgjurnar ganga høgt í Katalonia, nú ætlanin er at halda eina fólkaatkvøðu um loysing frá restini av Spania sunnudagin 1. oktober.

Hægsti rættur í Spania hevur dømt fólkaatkvøðuna ólógliga, tí hon er brot á grundlógina, meðan spanska stjórnin hevur sett sín egna landslut meir ella minni undir umsiting.

Í juni mánað var Kringvarpið í Katalonia og setti seg inn í katalonska loysingarstríðið.

Í triðja og seinasta partin í útvarpsrøðini "Lagnustundin hjá Katalonia" verður vitjað í katalonska parlamentinum í Barcelona, Generalitat de Catalunya.

Vit hitta nakrar av høvuðspersónunum aftan fyri politiska partin av katalonsku loysingarrørsluni.

Lagnustundin hjá Katalonia

Lagnustundin hjá Katalonia fer afturum loysingarrørsluna í Katalonia. Sendingin varð gjørd í 2017, júst sum katalonar skuldu á val um loysing.
Í triðja og seinasta partin verður vitjað í katalonska parlamentinum í Barcelona. Vit hitta nakrar av høvuðspersónunum aftan fyri politiska partin av loysingarrørsluni
28-09-2017
Annar partur fer langt inn í katalonsku loysingarrørsluna, og vit hitta nøkur av teimum, sum hava tikið stig til at samskipa virksemið hjá
28-09-2017
Spanski landsluturin Katalonia stendur á einum vegamóti, nú tað stundar til, at katalonar skula atkvøða um loysing frá Spania.
27-09-2017