- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin
Lesikrókurin: Móðurmjólk
20-10-2020
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan Móðurmjók eftir lettiska rithøvundan Noru Ikstena.
Móðurmjólk er skaldsøga eftir lettisku Noru Ikstena, sum lýsir trupul móðir-dóttir viðurskifti millum tvær kvinnur og tvey lond.
Nora Ikstena er virðisløntur høvundur, og føroyska týðingin er hin 26.
Gestir í sendingini hesaferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavsson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og tosað verður um trauma, lívsneista og sjálvandi týdningin av móðurmjólk.
Vertur er Eilen Anthoniussen.
Lesikrókurin
Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.
Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesa ferð ummæla Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm bókina "Reyðhærda kvinnan" eftir Orhan Pamuk. Vertur er Eyðun Klakstein.
25-04-2024
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" hjá Bernhard Schlink umrødd. Beinir Bergsson týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út.
28-09-2023