Lesikrókurin

Lesikrókurin: Heimurin, ið var
12-11-2021
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Gestir eru Óluva Klettskarð og Oddur á Lakjuni

Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga.

Í beinari tíðarlinju sigur Stefan Zweig frá sínum barndómsárum í múgvandi jødiskari Wiener-ætt og fram til tað núið, tá ið bókin verður skrivað: Fyrsta árið av seinna heimsbardaga, sum varð seinasta árið í lívi hansara. Hann lítur aftur á ungdómin, lestrartíðina, ferðir í Evropa, fyrstu útgávurnar, fyrra heimsbardaga og tíðarbilið millum kríggini, sum er merkt av, at bókin er skrivað, eftir at nasistarnir hava bannað og brent verk hansara, og hann sjálvur er rikin úr sínum heimlandi.

Meistaraverkið Heimurin, ið var hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í bókmentasøguni. Bókin varð til,  ímeðan Zweig flýddi undan nasismuni fjart frá sínum kæra Wien. Fyrst flýddi hann til Onglands, síðan til Brasil. 

Í februar 1942 sendi hann handritið til forleggjara sín, og dagin eftir tók hann sítt egna lív saman við konu síni. Lívið sum flóttafólk hóvaði honum ikki  og hann toldi ikki at síggja hugsjónina um friðarliga og siðmentaða Evropa fara fyri bakka.   

Men tó at sorgblídni seyrar ígjøgnum bókina, er hon ein fjálg kvøða til humanismuna, listina og tað opna Evropa, sum fyri hann var hæddin av allari mentan og siðmenning.    

Hóast bókin byggir á hansara egnu lívssøgu og listarligu menning, er hon fyrst og fremst endurminningar hjá einum evropeara. Einum ungum menniskja, sum fyrst í 1900-talinum sýgur Evropa til sín, er hugtikin av list og bókmentum og øllum tí, ið stórir evropiskir býir høvdu á skránni, tá ið øll framvegis hildu, at tað kundi bara ganga framá, og at sterka mentanin fór at vera ein varandi verja ímóti allari mannminkan og niðran.

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesa ferð ummæla Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm bókina "Reyðhærda kvinnan" eftir Orhan Pamuk. Vertur er Eyðun Klakstein.
25-04-2024
Vertur er Eyðun Klakstein
28-03-2024
Eyðun Klakstein er vertur.
29-02-2024
Vertur er Eyðun Klakstein.
23-11-2023
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" hjá Bernhard Schlink umrødd. Beinir Bergsson týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út.
28-09-2023
Eyðun Klakkstein er vertur
15-06-2023
Vertur er Eyðun Klakstein
18-05-2023
Eyðun Klakstein er vertur.
04-05-2023
Vertur er Eyðun Klakstein
23-03-2023
Vertur er Eyðun Klakstein.
23-02-2023
Vertur er Eyðun Klakstein.
26-01-2023
Eyðun Klakkstein leggur til rættis
22-12-2022