- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin
Sjálvmorð er sum umfarsótt í Grønlandi. Øll kenna onkran, sum hevur tikið lívið av sær, og mong stúra fyri, at onkur av teirra nærmastu kann gera tað. Sjálvmorð er næstan vorðin ótolandi normalitetur, sum eingin tekur ábyrgd av. Tað, sum fólk hava vant seg við. Hagtølini hjá løgregluni í Grønlandi siga ræðandi søguna. Millum 40 og 50 fólk hava á hvørjum ári seinastu fimm árini gjørt sjálvmorð. Somu fimm árni vóru 475 sjálvmorðsroyndir og 5.142 hóttanir um at gera sjálvmorð.
Bókin Blómudalurin, sum verður umrøddur í hesum partinum av Lesikrókinum, sigur søguna um at liva í øllum deyðanum, sum eingin tosar um.
Súsanna Skaale, Ann Hermansdóttir og Bergur Djurhuus eru gestir í Lesikrókinum hesa ferð, og Eyðun Klakstein er vertur.