Lyst

Lyst 28
22-02-2019
Hesaferð um listprýðingina á nýggja landsjúkrahúsbygninginum, um moldtúgvur hjá Anný Djurhuus og um 365 tekningar hjá Jan Nystrøm.

Fyrsta innslag snýr seg um teir tríggjar sáttmálarnar, sum Landsverk hevur gjørt við listarfólk um at listprýða H-bygningin á Landsjúkrahúsinum.

Annað innslag er um framsýningina, sum Anný Djurhuus Øssursdóttir hevði í Ostahúsinum í Havn.

Triðja innslag er vitjan á Café Fríðu í Klaksvík, har Jan Nystrøm teknaði fleiri av teimum 365 verkunum, hann nú sýnir fram.

 

Lyst

Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.

Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.

Í sendingini hesaferð eru vit í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, vit vitja Óla P og kava niður í myrkið saman við Svartmálmi
16-02-2018
Hesaferð um minkandi fløgusølu, um stjørnuna hjá Steintóri Rasmussen og um býráðshúsið í Klaksvík, sum einaferð skuldi vera ein banki.
09-02-2018
Hesaferð um veruligar sannleikar í skaldskapi, um framsýningina hjá Sigrun Gunnarsdóttir í Listaskálanum og um Hotel Havgrím.
02-02-2018
Hesaferð um blómandi amatørsjónleik í eysturoynni, kvinnuligar verur á lørift og ein gávumiklan listasavnara av Sandi.
26-01-2018
List til láns á Listasavninum, nýggja útgávan hjá Hamferð og nýumvælda Aulan í gamla kommunuskúlanum í Havn eru evnini í aðru sendingini Lyst.
19-01-2018
Kitsch-list í almenna rúminum, ein hollendskur fagottleikari og nýggja býráðshúsið í Gøtu eru tey trý evnini í fyrstu sendingini Lyst.
12-01-2018
  •