- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mett fyri minni
Mett fyri minni (3:3)
18-04-2024
Triði og síðsti parturin av "Mett fyri minni".
Mett fyri minni
Visti tú, at tú kanst eta ókrút?
Visti tú, at tú kanst nýta blóð í staðin fyri egg?
Visti tú, at tú kanst fara ókeypis á seiðaberg í Nólsoy?
Nógv góð og bílig mathugskot liggja goymd kring landið.
Og nøkur av teimum hevur mataktivisturin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen sett sær fyri at fáa fram í ljósið í matsendirøðini "Mett fyri minni", sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt.
Matarskráin hesaferð kann bjóða grønmeti við níggju lívum, ókeypis seiðaberg í Nólsoy og undirmett bjølgmeti at nýta ístaðin fyri kjøt.
11-04-2024
Í fyrsta parti vitjar Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen plantuommuna í Nólsoy, kokkin Sonna Zachariassen og kondittaran, Malene Fischer Waag.
04-04-2024
Mett fyri minni eitur matsendirøðin, sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt. Fyrsti partur verður í sjónvarpinum og á KVF Sjón hóskvøldið
02-04-2024