Minnist tú enn?

Millum heims og heljar
17-04-2019
Tónlist, Tinganest, Vestmenn o.a., 1980-1983

Føroyskur tónleikur mennist í stórum í 80-árunum. Alt fleiri bólkar og einstaklingar stíga nú fram við egnum tilfari. Útgávurnar fleirfaldast.

Hetta er eisini tíðin, tá tónleikur fæst á kassettubandi, singleplátu, LP-plátu og fløguni, sum kemur síðst í 80-unum. Føroyski tónleikurin, sum kemur út hesi árini er ógvuliga ymiskur.

Útgávurnar kunnu flokkast í tríggjar høvuðspartar. Øðrumegin er tann andaligi tónleikurin, og hinumegin tann meira alternativi vongurin kring Havnar Jazzfelag, sum eisini er ógvuliga útgávuvirkin. Og so er tað allur hin tónleikurin, ið røkkur um sjómanssangir til popp.

Ungdómurin saknar altjóða nýtíðarpoppljómin í teimum føroysku útgávunum. Í Havn er ungdómurin ónøgdur við dansiviðurskiftini og ger uppreistur. Millum bólkarnar, ið eru til umrøðu í fyrstu sendingini í framhaldsrøðini, kunnu nevnast Brongl, Vestmenn, Tinganest, Tónlist, Funkies, Gras og M.C. Restorff.

Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?

Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Simme og Ljómlið & Tey av Kamarinum, 1956-1962.
06-03-2019
  •