- Tíðindi, mentan og ítróttur
Olympiski dreymurin
Stóri dreymurin var at røkka einum heiðursmerki á olympisku leikunum í Tokyo í 2021. Sverri Sandberg Nielsen var bara 0,15 sekund frá einum bronsuheiðursmerki. Hann var knústur, legði árarnar frá sær og takkaði fyri seg sum rógvari á hægsta stigi. Men bara í eina tíð. Tí nú er hann klárur aftur, og dreymurin er framvegis hin sami. Eitt heiðursmerki á olympisku leikunum.
Í sendingini “Olympiski dreymurin” fylgja vit Sverra allan vegin úr barndómsheiminum í Miðvági, til venjingarnar í Bagsværd, til vónbrotið í Tokyo og nú - til dreymin um olympiskt heiðursmerkið í París 2024.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2024-07-24-09h55m31s379.png?itok=1TmcAsFZ)
Olympiski dreymurin
Í “Olympiski dreymurin” fylgja vit Sverra allan vegin úr barndómsheiminum í Miðvági til venjingarnar í Bagsværd til vónbrotið í Tokyo og nú - til dreymin um olympiskt heiðursmerki í París 2024.