- Tíðindi, mentan og ítróttur
Patursson
Patursson
05-05-2016
Hann hevði dirvi og áræði sum fáur. Hann setti sær á ungum árum høg mál, breyt upp úr nýggjum, men kendi í virki sínum alla tíðina harða mótstøðu. Kortini var hann altíð til reiðar til næsta leikin og risti navn sítt í føroyska søgu. Hvør var hesin maðurin, sum helt hugsjónunum í hevd - hóast brekkurnar vóru brattari enn tær flestu?
Hetta er søgan um Jóannes Patursson, sum setti ferð á føroyska tjóðarbygging og myndaði mentanina í ein mansaldur og føroyskan politikk í nærum hálva øld.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/patursson_hd_kvf._0026.jpg?itok=AXk0sNVU)
Patursson
Hetta er søgan um Jóannes Patursson, ið setti ferð á føroyska tjóðarbygging og myndaði mentanina í ein mansaldur og føroyskan politikk í nærum hálva øld.
Høgni Reistrup legði til rættis.