Sporini vaksa úr orðum

Sporini vaksa úr orðum

Jóanes Nielsen er yrkjari, fiski- og arbeiðsmaður og hevur alt sítt lív livað eftir síni kommunistisku sannføring. Hann er eisini kendur fyri sínar atfinningarsomu og bersøgnu greinir og lesarabrøv. Í heimildarfilminum Sporini vaksa úr orðum lýsir Katrin Ottarsdóttir Jóanes Nielsen, sum í nógv ár hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn.