- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá línuskipið Nólsoyar Páll var í havsneyð
Páskaaftan í 1967 legði línuskipið Nólsoyar Páll frá landi, ávegis til Grønlands á saltfiskaveiðu. Við skipinum vóru 26 mans.
Páskadag, um sekstíðina á kvøldið, var Nólsoyar Páll komin 150 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Hann var landnyrðingur í ættini við nógvum vindi og kavaroki.
Við eitt reistist ein ógvuslig alda yvir stýriborðsloring. Aldan mentist og við eitt breyt yvir skipið.
Tá avfjaraði, lá Nólsoyar Páll 70 stig í bakborð. Lastin hevði skotið seg.
Støðan var hættislig og skipið sendi út neyðarkall.
Tað var fjáltur á manningini og teir ivaðust, um teir komu frá hendingini við lívinum.
Aldurnar vóru stórar og vindurin nógvur.
Spurningurin var ikki um, men nær, skipið fór runt.
Luttakarar:
Jaspur Kruse, dekkari á Nólsoyar Páll
Jógvan Finnur Tungá, dekkari á Nólsoyar Páll
Jallgrím Jacobsen, messur á Nólsoyar Páll
Heri Olsen, lærlingur á Tórshavn Radio
Hanna Jørgensen, kona ein av manningini, ið gekk burtur
Hans Egholm hevur lagt sendingarnar til rættis.