Tað var gott at kunna hjálpa

Tað var gott at kunna hjálpa
04-01-2021

Millum elstu heimildarfólkni í bandasavninum hjá útvarpinum er Marin Malena Norðbø í Klingruni. Hon var jarðamóðir á Sandi frá 1899 til 1940. Niels Juel Arge hitti Marina í 1965, tá hon var 87 ára gomul. 

Marin var fødd í Hvalba í 1878 og fór sum 15 ára gomul til Sands í 1893 at hjálpa í húsinum hjá mammusystir síni. Hon fór at læra til jarðamóðir í Keypmannahavn í 1898 og tók síðani við starvið sum jarðamóður í sóknini. Marin giftist við Jógvan í Klingruni í 1903.

Í samrøðuni greiðir Marin frá uppstandilsinum, tá hon valdi at fara uppá skúla at læra til jarðamóðir í Keypmannhavn fyri 122 árum síðani. Hon sigur eisini frá ymsum hendingum, hon var fyri fyrstu árini, hon røkti starvið sum jarðamóðir. Eitt nú frá ferðum til Skúvoyar, tá árabáturin var álitið, og tá hon eina ódnarnátt í januar 1906 fór til gongu av Sandi um áir og fjøll fyrst til Skarvanesar og síðani til Dals. Hendan ferðin meiri enn 100 ár aftur í tíðina, lýsir ikki bara viðurskiftini, sum hon upplivdi tey tá, men hoyrist eisini á málsliga framburðinum. Samrøðan er eitt áhugavert og livandi skjal frá einari farnari tíð, sum eisini setir okkara samtíð í perspektiv. 

Ikonisku myndina av jarðarmóðurini hjá songarkonu, tók Sofus Poulsen í Skúgvi í 1932. Á songini liggur kona hansara Valgerður Poulsen (Valla í Horni) (1891-1956). Marin í Klingruni situr við soninum Vagni í fanginum, sum var fimta og yngsta barn hennara

(Mynd Sofus Poulsen. Kelda Kvørnin)

Tað var gott at kunna hjálpa

Hetta er søga um Marin Malenu í Klingruni, sum var jarðamóðir á Sandi frá 1899 til 1940. Hon var fødd í 1878 og er eitt av elstu heimildarfo´lkunum í bandasavninum hjá útvarpinum.  Niels Juel Arge hitti Marina í 1965, tá hon var 87 ára gomul. Magni Arge viðgjørdi samrøðuna og legði til rættis í desember 2020.