Tú manst vita frá mongum at siga

Tú manst vita frá mongum at siga - 1. undanumfar
07-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn

Úr hvørjum kvæði er hetta ørindi:

 

Sjúrður svørð úr slíðrum dregur,  

tað syngur í gyltum ringi:  

"Hetta er tað fyrsta sár,  

eg havi í víggi fingið." 

 

Soleiðis ljóðar ein av teimum 11 spurningunum í tí fyrsta undanumfarinum í spurnarkappingini Tú manst sita frá mongum at siga.

 

Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen leggja til rættis og samskipa.

 

Hesir kvøðararnir úr Stígum Fast og Dansifelagnum í Havn kappast í "Tú manst vit frá mongum at siga": Birgir Djurhuus, Anfinn Johannesen, Janus Kamban, Kjartan Atlason, Tórmóð Nielsen og Jóannes Johannesen.

Tú manst vita frá mongum at siga

Spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.  Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu.  Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir.  Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.  Jónleif Johannesen er dómari.  "Tú manst vita frá mongum at siga" verður send leygarkvøld klokkan 18.15 og endursend sunnudag klokkan 17.
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan
17-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn
07-01-2023
  •