Tú manst vita frá mongum at siga

Tú manst vita frá mongum at siga - 2. undanumfar
17-01-2023
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan

"Hvønn vildi Eirikur Jallur hava undir liðini á sær, um hann kom í vanda?"

Soleiðis ljóðar ein av spurningunum í kappingini.

Og ein annar spurningurin ljóðar soleiðis:

"Hvør yrkti Kópakvæði?"

Svarini finna tit í sendingini, sum er annað umfar í spurnarkappingini um føroyskan dans og kvæðamentan millum átta dansifeløg í landinum.

Í hesum umfarinum kappast umboð fyri Nólsoyar Dansifelag móti einum suðuroyarliðnum, ið er samansett við umboðum úr dansifeløgum í oynni.

Eykaspurningur skuldi til, áðrenn ein vinnari varð funnin. 

 

Suðuroyarliðið:  

  • Fríðbjørg Joensen Poulsen, Sumbiar Dansifelag
  • Mikala Vilhelm, Jomsvíkingar
  • Thomas Peter Askham, Tvøroyrar Dansifelag.

 

Nólsoyar Dansifelag: 

  • Kristian Hansen
  • Erlendur Simonsen
  • Hilmar Joensen.

Tú manst vita frá mongum at siga

Spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.  Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu.  Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir.  Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.  Jónleif Johannesen er dómari.  "Tú manst vita frá mongum at siga" verður send leygarkvøld klokkan 18.15 og endursend sunnudag klokkan 17.
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan
17-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn
07-01-2023
  •