Tú manst vita frá mongum at siga

Tú manst vita frá mongum at siga - 4. undanumfar
28-01-2023
Fjórða og seinasta undanumfari í spurnarkappingini um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan

Í seinasta undanumfarinum kappast Eysturoyar dansifelag og Tøkum lætt. Tað eru trý fólk á hvørjum liði. Fyri Eysturoyar dansifelag luttaka Kristian Jacobsen, Jón Rói Høgnesen og Jóannes Djurhuus. Fyri Tøkum lætt eru tað Elsy Joensen, Turið Sigurðardóttir og Roar Heini Olsen. Dómarin er Jónleif Johannesen.

Tú manst vita frá mongum at siga er ein spurnarkapping um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan. 

Kappingin er millum átta dansifeløg. Kappingin er skipað við fýra undanumførum, tveimum hálvfinalum og einari finalu. 

Tú manst vita frá mongum at siga

Spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.  Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu.  Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir.  Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.  Jónleif Johannesen er dómari.  "Tú manst vita frá mongum at siga" verður send leygarkvøld klokkan 18.15 og endursend sunnudag klokkan 17.
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan
17-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn
07-01-2023
  •