Tú manst vita frá mongum at siga

Tú manst vita frá mongum at siga - 2. hálvfinala
15-02-2023
Liðið hjá Eysturoyar Dansifelag vann aðru hálvfinaluna og skal møta Dansifelagnum í Havn í finaluni.

Hvagar fór Angatýr at finna sær konu, og hvussu æt maðurin, hann stríddist ímóti? Soleiðis ljóðar ein av 11 spurningunum í aðru hálvfinaluni. Manningin hjá Eysturoyar Dansifelag var henda: Jóannes Djurhuus, Kristian Jacobsen, Jón Rói Høgnesen. Í liðnum hjá suðroyingum vóru: Mikala Vilhelm, Fríðbjørg Joensen Poulsen og Thomas Petur Askham

Tú manst vita frá mongum at siga

Spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.  Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu.  Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir.  Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.  Jónleif Johannesen er dómari.  "Tú manst vita frá mongum at siga" verður send leygarkvøld klokkan 18.15 og endursend sunnudag klokkan 17.
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan
17-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn
07-01-2023
  •