Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - burðardyggur matur
17-08-2020
Maturin vit eta skal vera góður og leskiligur, og so ger tað einki, um hann er bíligur eisini, men til ber at hugsa umhvørvið inn í matkeypið.

Fyrr vistu vit, hvaðan maturin, vit eta, kom, men í dag eta vit so nógvan innfluttan mat, at vit ikki altíð gáa um, hvar matvørurnar eru framleiddar, og hvørja ávirkan tær hava á okkum og umhvørvið.

Hevur tú hug til at hugsa um umhvørvið, tá tú keypir mat, so ber hetta til, um tú keypir vistfrøðiligan ella lokalt framleiddan mat.

Luttakarar í hesari sending eru Gutti Winther, Borghild á Fløghamri og Bo Møller

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •