- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bragdið í Berlin
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Bragdið í Berlin
13-01-2025
Fyri júst einum ári síðan spældu føroysku hondbóltsmenninir javnleik ímóti Norra í EM-dysti í Týsklandi. Saman við høvuðspersónunum fara vit afturum søguliga bragdið í Berlin

Bragdið í Berlin
Føroyingar í túsundatali sótu sum á nálum í Mercedes-Benz Arena, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu stóð yvir av norska málverjanum Torbjørn Bergerud við bóltinum í hondini og fáum sekundum eftir á klokkuni.
Heima í føroysku stovunum var støðan hin sama.
Á sjálvum ársdegnum 13. januar fara vit aftur um søguliga bragdið í Berlin saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Peter Bredsdorff-Larsen og fleiri av hinum høvuðspersónunum í søguliga dystinum ímóti norðmonnum.
Símun Christian Olsen og Ragnar A. Jacobsen leggja til rættis.