Bumbuflogfarið á Nakki

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
»Bumbuflogfarið á Nakki«
12-09-2018
9. nov. 1942 rendi eitt enskt bumbuflogfar á Nakk, millum Hvalba og Trongisvág. Bert ein av teimum seks monnunum slapp frá hendingini við lívinum

Harry M. Williams, ið slapp frá hendingini við lívinum, var skjútti og fjarritari. Sjónvarpið hevur vitjað Mr. Williams, sum býr í Onglandi og sum nú er 87 ára gamal.

Umborð á einum líknandi bumbuflogfari á Imperial War Museum, sigur Mr. Williams frá hendingini. Við gomlum myndum frá krígnum, umborð á líknandi bumbuflogfari, og við at flúgva somu leið yvir Hvalba og ímóti Nakki, hava vit roynt at endurskapa ein part av hendingini.

Lagt til rættis: Zacharias Hammer.