- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygdarlív
Sendirøð frá 2006.
Hóast stórar útbyggingar eru framdar á trivnaðarøkinum í Eiðis kommunu seinastu árini, og aðrar eru í umbúna, stinga alsamt fleiri barnafamiljur í sekkin her norðuri og fara av landinum. Hetta hevur m.a. havt við sær, at barnatalið er nógv fallið seinastu árini. Men fólk flyta eisini til bygdina, og tí er fólkatalið samanumtikið nærum óbroytt. Eiði er ein gomul fiskivinnubygd, og sum heild gongst væl bæði hjá skipum og virkjum. Men har er eisini nógv annað spennandi og fjølbroytt virksemi, harímillum okkurt, sum ikki finst aðrastaðni í landinum, so sum glarlistavirki og brævbjálvaframleiðsla. Í undirhúsinum á Vaglinum koma teir gomlu eiðismenninir saman, og Loranstøðin, sum einaferð var størsta arbeiðsplássið í bygdini, verður ikki niðurløgd á hesum sinni.
Gjørt sendingina hava: Hallur E. Thomsen, Ragnar C. Joensen, Bjarnheðin í Hoyvík, Zacharias Hammer, Leivur Hansen, Thomas Koba.

Bygdarlív
Sjónvarpið vitjaði í 2006 átta útvaldar bygdir kring landið til tess at geva umheiminum eina mynd av, hvat rørir seg har, tað veri seg vinnuliga, mentanarliga og sosialt.
Leivur Hansen, Zacharias Hammer og Hallur Thomsen løgdu sendingina til rættis.



