- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygdin og bjørgini
Vit fara við viðingum í stórslignar skorar og feitilendi í bjørgunum norðan fyri bygdina. Har ganga fleiri veðrar á summarbiti. Torført og bratt er at koma niður eftir veðrunum og ikki minni strævi at fáa teir upp á eggina.
Millum fjallmenninar er Anfinn Kalsberg og Karstin Hansen. Løgmaður er við í frásøgnini um bjargarøkt og veðrar.
Lagt til rættis hevur Zacharias Hammer

Bygdin og bjørgini
Sending í trimum pørtum um Viðareiði og stórslignu bjørgini norðan fyri bygdina.
Í hesum sendingum møta vit vøkru náttúruni í skiftandi veðri við myndum bæði av sjónum, landi og úr luftini. Sendingarnar lýsa ríku fólkamentanina, ið enn livir í samband við at røkja og søkja bjørgini. Vit eru við monnum í bjarglendi, skorum og feitilendi


