Christian Matras

Christian Matras (2:2)
18-12-2025
- og gott var at vera menniskja, føroyskur dokumentarur (2:2)

Christian Matras fær í 1936 starv sum lektari í føroyskum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann og Marianna búsetast nú í Danmark, og fáa tveir synir. Gerandisdagurin gongur við undirvísing og gransking í málsligum heimildum, eisini skrivar hann vísindaligar ritgerðir um mál og bókmentir. Krevjandi vísindaliga arbeiðið leggur meinbogar í vegin fyri skaldskapinum, sama gera stríðsárini, sum tyngja sál og sinni. Christian og Marianna eru mest saman við føroyingum í Danmark, dreymurin er at flyta heim, men ikki fyrr enn Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn, fær Christian tað starv í Føroyum, sum hann í áravís hevði bíðað eftir. Heimkoman eftir mong ár sum útiseti kveikir eisini skaldsliga neistan av nýggjum, men nú stunda pensjónsárini til, og Christian hevur skund at avgreiða alt tað, sum brennir í honum.

Christian Matras

Christian Matras (1900-1988) var bæði skald og málvísindamaður. Hann gav okkum fyrstu orðabókina á føroyskum longu í 1928, um somu tíð yrkti hann nakrar av perlunum í føroyskum skaldskapi. Men hvør var hesin skaldsligi og málsligi úrmælingurin, ið sjálvur onga undirvísing fekk í føroyskum í fólkaskúlanum? 

- og gott var at vera menniskja, føroyskur dokumentarur (2:2)
18-12-2025