Eg reið mær avstað

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Eg reið mær avstað (2:2)
08-10-2023
Ein søga um føroyingar og country
Í seinna parti av stuttrøðini "Eg reið mær avstað", sum er ein søga um føroyingar og countrytónleik, fæst at vita, hvussu føroyskir sangarar og tónleikarar, við upptøkum sínum í Nashville, seinastu 30 árini, hava lagt lunnar undir ein nýggjan føroyskan countrysamleika. Tann søgan byrjaði í 1989, tá Jákup Zachariassen einsamallur setti sjøtil á sítt umfatandi samstarv við sonevnda A-liðið í Nashville. Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. Vit fáa drúgva lýsing av hesum trimum høvuðsnøvnunum á føroyska countrypallinum. Vit síggja eisini mæta A-liðið í Nashville á ...

Eg reið mær avstað

Ein søga um føroyingar og country.  Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg. Og her koma vit til aðru útrásina. "Eg reið mær avstað" var um he
Ein søga um føroyingar og country
08-10-2023
Ein søga um føroyingar og country
05-10-2023