Eitt fótbóltslið sum TB

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Eitt fótbóltslið sum TB
07-02-2013
Sjónvarpsdokumentarsending um TB-liðið, sum í fleiri ár vann mest og gekk undan í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum

Í 1976 varð ein nýggjur kapittul í føroyskum fótbólti skrivaður. Aldursforsetin, sum ikki hevði verið á tindinum í eina fjórðingsøld, vann føroyameistaraheitið við nýggjari manning, sum spældi ógvuliga ágangandi og undirhaldandi fótbólt.

Í fleiri ár var TB liðið, sum vann mest og gekk undan sum virðiligt umboð fyri tað vakra spælið. Spælarar sum Henrik Thomsen, tvíburðarnir Ásmundur og Tróndur Nolsøe og málmaðurin Gordon Hofgaard varskógvaðu nýggj brigdi í føroyskum fótbólti.

Á Tvøroyri kyknaði upp sonn fótbóltsveking, sum savnaði fjøldina sum ongantíð fyrr. Í sendingini verður ljós varpað á søguna um eitt av bestu fótbóltsliðum í Føroyum nakrantíð.

Lagt til rættis: Jógvan Eli Dam og Suni Merkistein.

Eitt fótbóltslið sum TB

Sjónvarpsdokumentarsending um TB-liðið, sum í fleiri ár vann mest og gekk undan í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum