Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar

Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar (1:4)
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998

15. mars var sannur stevnudagur í Klaksvík, tá nýggi Christian í Grótinum stevndi flaggskrýddur inn eftir vágni. Skipið er smíðað á Asenav skipasmiðjuni í býnum Valdivia í sunnara parti av Kili. Christian í Grótinum telist millum mest framkomnu nóta- og trolbátar í heiminum. 

Zacharias Hammer var við til dópin 10. januar, fylgdi arbeiðinum á skipasmiðjuni og hevði samrøður við føroyskar, norskar og kilenskar vinnulívsmenn og politikarar, sum vóru við til hátíðarhaldið. 

4. februar kundi Christian í Grótinum loysa frá landi og byrja longu ferðina úr Kili til Noregs og síðani til Føroya. Tá var Zacharias mynstraður sum kokkur, men hevði sjálvandi myndatólið við sær á ferðini.

Í tveimum sendingum fer Sjónvarpið at hava frásøgn frá ferðini í Kili og frá longu heimferðini. Fyrra sending verður um tíðina niðri í Kili. Vit fara at síggja nakað av landinum, fiskiskapi og skiðasmíði, og vit vera við á spennandi útferðum. Ikki minst tá føroyska manningin mátti taka eina vandamikla sjómansroynd á rawlingferð í gummibáti oman eftir stórari á við fleiri vandamiklum fossum.

Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar

Føroysk sjónvarpssending frá 2010 um Christian í Grótinum.

- føroysk sending frá 1998
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998
16-06-2010