- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjógv - millum Norðhavið og Skarðið
Norðast á Eysturoynni liggur Gjáarbygd og krógvar seg fyri landnyrðinginum. Túsundtals ferðafólk vitja hana hvørt ár. Men siðbundna lívið, sum var í bygdini í øldir, er nú um at hvørva.
Í 1941 búðu 283 fólk við Gjógv, og 50 børn gingu í bygdaskúlanum. Nú búgva 28 børn í bygdini, og skúlin er afturlatin. Í filminum hitta vit nøkur teirra, sum enn búgva við Gjógv.
Fólkini siga frá liviumstøðunum fyrr á hesum stolta plássi, sum bæði setti føroyska mentan, sjálvstýrispolitikk og skúlaskap høgt.
Fotograferað og klipt: Hans Petur Hansen. Lagt til rættis: Uni Arge.