Her er dagur, og dimmið er av

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Her er dagur og dimmið er av
14-09-2016
Føroyar vóru í 30-árunum ógvuliga tilafturskomnar, men krígsárini forvunnu Føroyar nógvan pening í vandasiglingini til Bretlands at selja fisk. Samstundis sum ráðini batnaðu, vaks fram eitt nýtt tilvit millum føroyingar. Ein kensla av, at vit kunna sjálvir. Hin nýggi Fólkaflokkurin, sum umboðaði radikalt sjálvstýri, gjørdist størsti flokkur undir krígnum. Sambandið við Danmark varð kvett øll krígsárini, og tí var støðan spent eftir krígslok. Føroyingar vildu ikki aftur í amtsstøðuna. Tingingar vóru við donsku ríkisstjórnina um eina framtíðarskipan fyri Føroyar. Knúturin var ringur at loysa, tí føroyingar vóru mest ósamdir innanhýsis. Endin av øllum var, at fólkaatkvøða skuldi vera um samband ella loysing. Tepur meiriluti var...

Her er dagur, og dimmið er av

70 ár eru liðin, síðani føroyingar vóru á fólkaatkvøðu um samband ella loysing. Í hesari sendingini fáa vit søguna um hesa tilgongd. 

Í sendingini eru Zakarias Wang, Hans Andrias Sølvará, Óli Breckmann, Pól á Kletti, Høgni Mohr o.a.

Suni Merkistein og Jens Jákup Hansen leggja til rættis.