- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jól undir Eysturgrønlandi
Tey flestu føroysku rækjuskipini royna undir Eysturgrønlandi um jólini. Zacharias Hammer var við "Gilstón" eini jól. Í sendingini fara vit at síggja, hvussu jólaaftan verður hildin umborð. Kokkurin stákast við jóladøgurðan, og trolið verður hálað á middegi. Øll manningin hevur frí frá klokkan seks seinnapartin til á midnátt. Sólborg var ein av teimum seinastu bátunum yvir fyri jól. Teir høvdu jólapakkar við til hini føroysku skipini frá familju og sjómanskvinnuringunum í Føroyum. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.