- Tíðindi, mentan og ítróttur
Komið øll við
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Komið øll við 2:2
16-05-2024
Stutt eftir at Straight Ahead hava givið út fyrstu plátuna á heysti 1974, fara Heri Ellingsgaard og Agnar Joensen úr bólkinum. Heri, sum spælir gittar, raðfestir handilsskúlalesturin framum tónleikin, og Agnar, sum spældi tvørfloytu, fer til skips. Hetta kemur dátt við hjá hinum. Men Petur Hans Poulsen, gittarspælari í Birds - fasta húsaorkestrið í Atlantis - eftirlíkar at loysa av, til teir hava funnið fastan gittarspælara. Henda manningin er í januar 1976 aftur í upptøkuhølunum hjá Milson Zachariassen í Havn, og í mai kemur onnur útgávan - grøna stakplátan - við sangunum "Me and Virginia" og "Mín góða". Jørgin Dahl hevur aftur skrivað løg og tekst til báðar sangirnar. Plátan gongur sum heitt breyð. A-síðusangurin er á ensku...

Komið øll við
Søgan um føroyska orkestrið Straight Ahead og gávaða oddamannin Jørgin Dahl.
Tað eru nú liðin júst hálvthundrað ár, síðan Straight Ahead purraðu føroyingar út til eina nýggja tíð í føroyskum popp- og rokktónleiki. Í november 1974 tóku teir føroyingar á bóli við minniligu frumútgávuni - hini gulu stakplátuni við sangunum "Komið øll við" og "Upp á gólv ("Oman í dansin").
Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.
Í hesari fyrru sendingini fáa vit søguna um upprunamanningina í Straight Ahead - Jørgin Dahl, Heri Ellingsgaard, Edward Ziska, Archie Black og Agnar Joensen.
09-05-2024