- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum
Lítla Dímun er einasta privata oyggj í Føroyum. Hvalbingar keyptu hana á uppboðssølu 24. august í 1850 frá kongi, og síðan hava teir fingið seyð, fugl og egg úr oynni. Sendingin lýsir søguna og nútíðina hjá oynni. Í brattanum og bjørgunum vóru eigararnir manga vandamikla ferð, og stundum duttu menn oman ella vóru veðurfastir í oynni. Menn og kvinnur í Hvalba siga frá søgunum. Í sendingini eru vit m.a. við hvalbingum eftir slakti og lomvigareggum í 2014 Lagt til rættis: Uni Arge og Hans Petur Hansen, 2014

Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum
Lítla Dímun er einasta privata oyggj í Føroyum. Hvalbingar keyptu hana á uppboðssølu 24. august í 1850 frá kongi, og síðan hava teir fingið seyð, fugl og egg úr oynni. Sendingin lýsir søguna og nútíðina hjá oynni. Í brattanum og bjørgunum vóru eigararnir manga vandamikla ferð, og stundum duttu menn oman ella vórðu veðurfastir í oynni. Menn og kvinnur í Hvalba siga frá søgunum. Í sendingini eru vit m.a. við hvalbingum eftir slakti og lomvigareggum í 2014.
Lagt til rættis: Uni Arge
