- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lokkin
18. august 1941 rendi eitt týskt Junkers 88 bumbuflogfar á Lokkan omanfyri Norðdepil. Manningin, 4 ungir týskarar, lótu lív og sjálvt flogfarið fór í sor. Øll hesi mongu árini fram til 8. mai 1996, hevur ein hálvt tons bumba ligið ósprongd í ovasta dalinum undir Lokkanum. Serfrøðingar frá donsku verjuni staðfestu, at bumban var frá týska flogfarinum og sera vandamikil har hon lá. Avgjørt var at fáa bumbuna burtur og spreingja hana í sjónum í Viðvík á Viðoynni. Alt gekk ikki sum ætlað, men bumban var tó eftir tógvi stríð fyribeind. Í tveimum sunnukvøldssendingum fer SvF at greiða frá hesi hending. Í fyrru sendingini hyggja bumbuserfrøðingar eftir bumbuni og staðfesta, at hon er sera vandamikil. Fólk í Norðdepli og Hvannasundi, ið minnast hendingina, greiða frá degnum 18. august 1941. Sjónvarpið hevur fingið gamlar filmsupptøkur frá krígnum av Junkers 88 bumbuflogfarinum, ið fer úr Norra til Føroyar at bumba. Saman við hesum myndum og upptøkum við donsku sjóverjutyrluni, er ein eftirgjørdur filmur gjørdur av hesum tilburði. Frásøgufólk siga frá lutum, ið funnir vóru, og hvussu bygdafólkið fekk nyttu av hesum. Vit hoyrdu tey m.a. siga frá teimum mongu klaksvíkingum, ið komu norður at búgva krígsárini. Upptøkur: Zacharias Hammer Ragnar A. Jacobsen Klipt: Bjarnheðin í Hoyvík Lagt til rættis: Zacharias Hammer

Lokkin
18. august 1941 rendi eitt týskt Junkers 88 bumbuflogfar á Lokkan omanfyri Norðdepil. Manningin, 4 ungir týskarar, lótu lív og sjálvt flogfarið fór í sor. Øll hesi mongu árini fram til 8. mai 1996, hevur ein hálvt tons bumba ligið ósprongd í ovasta dalinum undir Lokkanum. Serfrøðingar frá donsku verjuni staðfestu, at bumban var frá týska flogfarinum og sera vandamikil har hon lá. Avgjørt var at fáa bumbuna burtur og spreingja hana í sjónum í Viðvík á Viðoynni. Alt gekk ikki sum ætlað, men bumban var tó eftir tógvi stríð fyribeind. Í tveimum sunnukvøldssendingum fer SvF at greiða frá hesi hending
