Mentanarvirðislønir landsins

Mentanarvirðislønir landsins 2026
23-10-2026

Við virðislønunum verða listafólk og mentafólk heiðrað fyri serlig listarlig avrik og fyri teirra íkast til at menna og varðveita mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, stendur fyri handanini. Tríggjar virðislønir verða latnar umframt sømdargáva landsins: - Mentanarvirðisløn landsins ? 150.000 kr. Virðislønin verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik. - Heiðursgáva landsins ? 75.000 kr. Heiðursgávan verður latin persónum, ið hava gjørt eitt týðandi arbeiði fyri at styrkja og fremja mentanarlig virði innan føroyska mentan, list og mentanararv. - Virðisløn til Ungt listafólk ? 50.000 kr. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og longu hevur gjørt vart við seg á sínum listaøki. Endamálið við virðislønini er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi. - Sømdargáva landsins Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hevur útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív. Sømdargávan er ein árlig upphædd á 20.000 krónur, sum verður latin listafólkinum, so leingi tað er á lívi.

Mentanarvirðislønir landsins

Mentamálaráðið handar á hvørjum ári Mentamálavirðislønir Landsins.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá virðislønahandanini.

- virðislønahandan beinleiðis úr Salt á Tvøroyri
19-01-2022
Sjónvarpsupptøkan av handanini, sum í ár var send beinleiðis úr Løkshøll í Runavík
13-01-2021
frá virðislønahandanini, sum varð send beinleiðis úr Sjónleikarhúsinum í Havn mikukvøldið 15. januar 2020
15-01-2020
Virðislønahandan, sum varð send beinleiðis úr Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 23. januar 2019.
23-01-2019