Mítt lívsverk – eitt portrett av Páli Weihe

Farnet er í Húsareynstunlinum
06-07-2025
Løgreglan fær ongar trupulleikar av samskiftinum í nýggja tunlinum í Havn, um eitt hvørt hendir har. Tað sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti

KIMA-skipanin hjá løgregluni er fult virkin í nýggja Húsareynstunlinum.

Tað slær Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, nú nýggi tunnilin í høvuðsstaðnum er tikin í nýtslu, tí hesin tunnilin hevur somu samskiftisútgerð sum allir aðrir tunlar í Føroyum hava.

- Føroya Tele var liðugt at seta netið upp fríggjakvøldið, og tað var testað í gjár, so tá tunnilin lat upp í dag var netið klárt, segði Símun Skaalum, tá vit tosaðu við hann fyrr í dag.

Hann segði tó, at tað kundu vera klumpar í, tá øll fóru ígjøgnum tunnilin beint eftir at hann lat upp, men tá nýtslan kemur niður á eitt vanligt støði, tá verður eingin trupulleiki í so máta.

Undan vikuskiftinum ljóðaði, at tað var ósemja millum kommununa og Føroya Tele, men um tað var, so vil stjórin í FT Samskifti ikki gera viðmerkingar til hana.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1752502

 

Mítt lívsverk – eitt portrett av Páli Weihe

Síðani 1984 hevur Pál Weihe, professari, staðið á odda fyri at savna inn blóðroyndir í hundratúsundtali frá okkum føroyingum. Í royndunum goyma seg svar upp á ymiskar spurningar um sjúkur, sum vit í framtíðini kunnu fáa brúk fyri. Í sendingini fylgja vit Páli í hansara gerandisdegi til arbeiðis í Sigmundargøtu í Havn, og vit eru eisini við honum til fundir uttanlands. Men sendingin gevur okkum eisini innlit í privatpersónin, Pál Weihe.