- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir fyri sologuitar eftir Kára Bæk
Myndir fyri sologuitar eftir Kára Bæk
08-10-2020

Myndir fyri sologuitar eftir Kára Bæk
Í 2008/2009 skrivaði tónaskaldið Kári Bæk eitt verk fyri sologuitar. Verkið, ið var skriva til Ólav Jakobsen, lýsir eina listaframsýning og fýra listaverk. Listaverkini eru millum tey kendastu hjá nøkrum av okkara frægastu listamálarum. Í sendingini spælir Ólavur Jakobsen verkið. Hann og Bárður Jákupsson skifta eisini orð um tónleikin og tey fýra listaverkini hjá Torbirni Olsen, Frimod Joensen, Ingálvi av Reyni og Sámali Joensen-Mikines. Kári Bæk fylti 70 ár 11. september 2020.
Lagt til rættis: Carsten Macdonald Arnskov.