Saman um krabbamein

Saman um krabbamein

Krabbamein rakar okkum øll, beinleiðis ella óbeinleiðis. Tí hevur tað stóran týdning at vit gera alt vit eru ment, at basa hesa herviligu sjúku. Landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum savnar pening inn, sum fer til at hjálpa teimum sum eru rakt av krabba og til gransking, ið kann verða við til at vinna á krabbamein.