Tá Danmark loysti

Fjaldur húsagangur (3:3)
16-12-1997
Eftir at Landsstýrið hevur fingið ábyrgdina av Føroya Banka, verður triðja og seinasta stig av kreppuloysnini fyri Føroyar sett í verk

Triði og seinasta sending um kreppuloysnirnar og bankamálið. Eftir at Landsstýrið hevur fingið ábyrgdina av Føroya Banka, verður triðja og seinasta stig av kreppuloysnini fyri Føroyar sett í verk. Ein loynilig avtala verður gjørd millum teir hægstu ráðharrarnar, Tjóðbankan og Fíggjareftirlitið: Støðan í Føroya Banka skal fjalast, til landsstýrið hevur bundið seg at skjóta meira pening í bankarnar. Hartil skulu so harðar politiskar
treytir setast landsstýrinum, at ein endalig loysn verður funnin fyri Føroyar.
Men landsstýrið fær nú at vita, at alt ruggar ikki rætt. Og hvat ger landsstýrið við tað?

Tá Danmark loysti

Tann 21. september 1992 kemur ein bólkur av høgum embætisfólki í skundi saman í Íðnaðarmálaráðnum í Keypmannahavn. Tey hava fingið boð um at gera eina politiska heildarætlan fyri at loysa ein trupulleika, sum eitur Føroyar. Bólkurin fær seinni navnið Føroyabólkurin. Fleiri av limunum í bólkinum hava hitst áður. Hesin fundurin er endabresturin á eini langari bíðistøðu, har danska stjórnin og embætisverkið hava fyrireikað seg til, at føroyska Landsstýrið sjálvt fór at biðja um hjálp. Fundurin er samstundis byrjanin til eina ætlan, ið kemur at kosta føroyska skattgjaldaranum 2,7 milliardir krónur. Men hvør var hesin Føroyabólkurin? Hvør tók avgerðirnar? Hvussu var ætlanin sett í verk? - Og hvat vistu føroyingar? Í trimum sendingum verða hesir spurningar gjølla lýstir. 

Fyrsta sendingin snýr seg um tíðina frá 1990 til 1992. Sjónvarpið hevur í knøpp trý ár støðugt søkt um alment innlit í alt tilfar um Føroyar hjá donskum ráðharrastovum og í landsstýrinum. Hartil er annað tilfar savnað um tað umstrídda bankamálið. Tilsamans hevur eydnast at fáa tilfar upp í 18 ringbind. Hetta einasta árið eru skjølini nærlisin og granskað. Tað er grundarlagið fyri, at nú ber til at staðfesta ein stóran part av tí, sum veruliga er farið fram í tí umstrídda bankamálinum. Skjølini goyma søguna um helst tað mest dramatiska tíðarskeiðið í Føroya søgu og í søguni hjá Ríkisfelagsskapinum. Høvuðsleikararnir eru teir hægstu politikararnir, embætismenninir og bankastjórarnir í danska ríkinum. Og skjølini goyma hendingar og avgerðir, sum ongantíð hava verið í ljósmála áður.

Eftir at Landsstýrið hevur fingið ábyrgdina av Føroya Banka, verður triðja og seinasta stig av kreppuloysnini fyri Føroyar sett í verk
16-12-1997
Stjórnarskiftið í Danmark í januar 1993 gerst byrjanin til næsta stig í politisku heildarætlanini fyri Føroyar
02-12-1997
21. september 1992 savnast høg embætisfólk í skundi saman í Ídnaðarmálaráðnum í Keypmannhavn. Tey skulu gera eina politiska heildarætlan fyri at loysa ein trupulleika.
25-11-1997