- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá gløðurnar sortnaðu
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Tá gløðurnar sortnaðu
25-12-2013
Sjónvarpssending um bygdina Skarð, sum tollaksmessudag 1913 misti allar arbeiðsførar menn á útróðri og varð avtoftað
Tollaksmessudagur fyri 100 árum síðani var ein lagnudagur fyri allar Norðoyggjar, tí í ódnarveðrinum hendan dagin, ið brast á sum eitt skot, gingu tríggir bátar úr Norðoyggjum burtur. Hinir vóru úr Kunoy og úr Norðdepli.
Hetta var aðru ferð í eitt mannaminni, at allir arbeiðsførir menn á Skarði sjólótust. Fyrru ferð hóraði bygdin undan, men seinnu ferð vóru umstøðurnar nógv broyttar, og tí gjørdist vanlukkan deyðadómurin fyri bygdina.
Í 1919 fluttu tey seinastu av bygdini og síðani hevur verið øskukalt á Skarði. Í august vóru fleiri hundrað fólk norðuri á Skarði, tá minnisvarði yvir teir sjólætnu varð avdúkaður.

Tá gløðurnar sortnaðu
Tollaksmessudagur í 1913 var ein lagnudagur fyri allar Norðoyggjar, tí í ódnarveðrinum hendan dagin, ið brast á sum eitt skot, gingu tríggir bátar úr Norðoyggjum burtur. Umframt Skarðsbáturin, so var ein bátur úr Kunoy og ein úr Norðdepli. Hetta var aðru ferð í eitt mannaminni, at allir arbeiðsførir menn á Skarði sjólótust. Fyrru ferð hóraði bygdin undan, men hesa seinnu ferð vóru umstøðurnar nógv broyttar, og tí gjørdist vanlukkan deyðadómurin fyri bygdina. Í 1919 fluttu tey seinastu av bygdini og síðani hevur verið øskukalt á Skarði. Í august