- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingstaður øld eftir øld
Í sendingini verða tey trý uppskotini løgd fram, sum 1. september í fjør fingu virðisløn í kappingini um nýggj løgtingshús. Tosað verður við fólkini aftanfyri vinnaraprojektini
um Tinghúsið, Tinghúsvøllin og Vaglið, sum hava so stóran týdning fyri allar føroyingar - serliga á ólavsøku. Gunnar Hoydal, býararkitektur í meira enn 25 ár, fer at siga, hvat hann heldur um miðbýin og ætlanirnar, sum kunnu hava við sær, at verandi tinghús má takast niður.
Ragnar C. Joensen og Bogi Godtfred løgdu sendingina tilrættis.

Tingstaður øld eftir øld
Arkitektarnir, sum vunnu kappingina um nýggj løgtingshús, hava allir tikið verandi tinghús niður. Teir høvdu heldur einki annað val. Kappingartreytirnar søgdu, at Telefonhúsið skuldi standa, og samstundis var fermetratalið stórt, sum formansskapurin kravdi av projektinum. Umráðandi var eisini, at varðveita Tinghúsvøllin so víðan sum gjørligt.
