Tóm hús og tómar hendur

Tóm hús og tómar hendur
24-04-1994
Føroysk sending frá 1994

Í byrjanini av nítiárunum var ring kreppa her á landi, og fleiri smábygdir komu illa fyri av stóru fráflytingini úr Føroyum. Í 1994 stóð annaðhvørt hús í báðum bygdunum í Elduvíkar kommunu tómt.

Fólkatalið var farið niður um 100. Bert fá ár frammanundan búðu hálvtannaðhundrað fólk í kommununi. Ein smoltstøð í Funningsfirði var einasta arbeiðsplássið, ið var eftir í kommununi, men har høvdu tey ikki fingið løn í fleiri mánaðir.

Í Funningsfirði og Elduvík óttaðust tey fyri, at bert gomul fólk fóru at vera eftir í bygdunum, um vend ikki kom í.

Leivur Hansen og Dagmar Joensen-Næs løgdu til rættis. Bjarni Árting Rubeksen og Herluf Sørensen fotograferðu og kliptu sendingina.

Tóm hús og tómar hendur

Í byrjanini av nítiárunum var ring kreppa her á landi, og fleiri smábygdir komu illa fyri av stóru fráflytingini úr Føroyum

Føroysk sending frá 1994
24-04-1994