- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
Konsertin tók støði í sjónvarpssendirøðini "Minnist tú enn", sum Kringvarpið sendi fyri nøkrum árum síðani.
Magnus Johannesen setti løgini út fyri orkestrið. Gestasangarar eru Kristina Bærentsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Sámal Ravnsfjall og Carlsen systrarnar.
Sigurður Flosason stjórnar orkestrinum, og Suni Merkistein, sum gjørdi sendirøðina "Minnist tú enn" saman við Hans Peturi Hansen, er frásøgufólk á konsertini.
Kringvarp Føroya tók konsertina upp.

Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
Tað var í sambandi við Mentanarnáttina á sumri 2017, at Tórshavnar Big Band hevði konsert í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll við føroyskum sangum, sum eru vorðnir fólkaogn. Konsertin tók støði í sjónvarpssendirøðini "Minnist tú enn", sum Kringvarpið sendi fyri nøkrum árum síðani. Magnus Johannesen setti løgini út fyri orkestrið. Gestasangarar eru Kristina Bærentsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Sámal Ravnsfjall og Carlsen systrarnar. Sigurður Flosason stjórnar orkestrinum, og Suni Merkistein, sum gjørdi sendirøðina "Minnist tú enn" saman við Hans Peturi Hansen, er frásøgufólk á konsertini.
