Úr byggisøguni

Úr byggisøguni (1:3)
15-04-2026
Føroysk sending frá 1993

Tá ið vit hugsa um byggilist ella arkitektur, so renna alskyns stórverk fram fyri okkum, og helst eru tey uttan úr heimi. Men hvussu er hjá okkum, eiga vit onki, sum kann nevnast byggilist?

Tað hava vit spurt ein kendan arkitekt um. Palli Gregoriussen eitur hann, og í trimum sendingum fer Palli eina ferð kring landið at vísa okkum hús og bygningar, sum hava sína serligu søgu.

Vit fara eisini aftur í tíðina, at vita um tað ber til at siga, at vit hava ein serligan føroyskan arkitektur. Í fyrstu sending, leggja vit serligan dent á byggilist sum heild.

Upptøkur: Jógvan Eli Dam og Bjarni Rubeksen. Sett saman: Jógvan Eli Dam. Tónleikur: Rúni Dam. Lagt til rættis: Malan Johannesen.

Úr byggisøguni

Føroysk sending frá 1993

Føroysk sending frá 1993
15-04-2026
Føroysk sending frá 1993
17-01-2018
Føroysk sending frá 1993
16-01-2018