- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vesturleiðin til Vínlands
Í sendingini sigla vit túsund ár aftur í tíðina, og leggja inn í víkina, har Leivur Hepni tók land í Vínlandi. Í fjør summar vóru teir tríggir føroyingarnir Páll Poulsen, Leif Niclasen og Zacharias Hammer staddir í Nýfundlandi. Hetta var júst á 1000 ára haldinum fyri at Leivur Hepni við sínum monnum kom til Vínland og reisti búgv norðaliga í Nýfundlandi - í dag nevnt Leifsbúðir. Teir tríggir vitjaðu hetta søguliga pláss. Í dag síggjast leivdirnar eftir gomlu búsetingini hjá norðbúgvunum, eitt stórt víkingasavn er bygt á staðnum og eini langhús við úthúsum er reist í sama sniði sum gomlu víkingalonirnar. Eitt víkingaskip siglur við ferðafólki á víkini uttan fyri Leifsbúðir. Í samband við 1000 ára haldið hevur kanadiska stjórnin latið byggja eina lítla víkingabygd. Í sendingini fer Leif Niclasen, sum er fyrrverandi skipsførari, at greiða frá, hvussu víkingarnir kundu sigla longu leiðina um Norðurhøv uttan klokku, kumpass og logg. Páll Poulsen, ið hevur stóran áhuga fyri søgu og ferðunum hjá gomlu norðbúgvunum, greiðir frá ferðini hjá Leivi Hepna til Vínlands og øðrum søguligum tilfari um víkingarnar, tá teir tóku land í Grønlandi og Vínlandi.

Vesturleiðin til Vínlands
Í sendingini sigla vit túsund ár aftur í tíðina, og leggja inn í víkina, har Leivur Hepni tók land í Vínlandi. Í fjør summar vóru teir tríggir føroyingarnir Páll Poulsen, Leif Niclasen og Zacharias Hammer staddir í Nýfundlandi. Hetta var júst á 1000 ára haldinum fyri at Leivur Hepni við sínum monnum kom til Vínland og reisti búgv norðaliga í Nýfundlandi - í dag nevnt Leifsbúðir. Teir tríggir vitjaðu hetta søguliga pláss.