- Tíðindi, mentan og ítróttur
flogvøllurin
Eingin er løstaður og tamarhald er nú á stóra eldinum, sum var í einum sethúsi í Sørvági um middagsleiti í dag. Eldurin ávirkaði flogferðsluna fyrr í dag
Í apríl í ár brúktu 25,2 prosent fleiri ferðafólk flogvøllin í Vágum enn í apríl í fjør. Orsøkin er tann, at páskir vóru í apríl í ár
Síðuvindurin er ov nógvur í Vágum, og tí er øll flogferðsla avlýst restina av degnum
Maður, sum leygardagin var harðligur við ein tollara á flogvøllin, hevur fingið 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og so skal hann ikki koma higar aftur í trý ár
Heldur ferðafólkstreymurin um Vága floghavn fram, sum hann hevur gjørt higartil í ár, so verður 2023 metárið fyri ferðafólk
Ferðafólkatalið í oktober ger, at ferðafólkini í ár gerast ikki fleiri enn í 2019, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága floghavn
Í fyrstu syftu verður kannað frá 16.desember til og við 31.januar, sigur Farsóttarnevndin
Í oktober vóru 31.826 ferðafólk á flogvøllinum í Vágum. Hetta eru stívliga dupult so nógv sum í oktober í fjør, vøksturin er 104,4 prosent.
Leiðslan á flogvøllinum væntar, at hallið í ár verður eisini lutfalsliga stórt