- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera
Tilvera: Konverteraði til Islam
09-07-2020
"Eg segði farvæl við mítt gamla lív."
Ann Poulsen er 28 ára gomul. Hon fór aftaná lokið studentsprógv til Danmark. Meiningin var at lesa til lækna. Men hon hitti mann frá Algeria og tey giftust. Hon fekk innlit í muslimska heimin og valdi at konvertera.
Tilvera
Savnssending
Hvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.